
Fjarðastevnan á Skála
Til Feløgini!
FM-kappróðurin á Fjarðastevnu 2013.
Skála róðrarfelag vil við hesum skrivi, bjóða tykkara felag, at verða hjartaliga vælkomin til luttøku í
kappróðrinum á Fjarðastevnuni 2013, sum verður á Skála leygardagin 22.juni.
Fyrsti barnaróðurin verður skotin ígongd kl. 13:00 stundisliga. FM-róðurin byrjar kl. 15:00
stundisliga, og vilja vit vinarliga heita á allar manningarnar, um at møta við dráttin í góðari tíð.
Bátarnir ið skula luttaka í barnaróðrinum, skula møta kl. 12:00.
Frásetan av kappróðrarbátum:
Bátarnir skula setast noðan fyri byggjhøllina á Skipasmiðjuni 1, har er uppmerkt hvar tær ymisku bátastøddirnar skulu standa. Tølini verða útflðggja á sama stað, og drátturin 2 er eisini har.
Matarselar:
Tá i. tølini verða útflðggjaði, fær manningin og eitt hjálparfólk matkort. Suppa verður at fáa á matstovuni hjá MEST 3.
Parkering av lastbilum:
Lastbilarnir verða parkeraðir við El-Service 4.
Steypahandan:
Eftir róðurin verður steypahandan á málinum 5. Tey feløg ið hava ferðasteyp í varðveitslu, verða biðin um at taka tey við, og lata tey inn til hjálparðfólkini við dráttin.
Kappróðrarøki.:
Fram við innaru síðu á kappróðrarøkinum liggja boyur fyri hvørjar 200m.
Øll hjálparfólk hjá Skála róðrarfelag eru í gulum vestum, og ivast tit í nøkrum so er bara at spyrja
tey.
Fastur startur:
Gjørt verður vart við, at fasti starturin er festur í land vi. 500, 1.000, og 2.000 metra máli., og
verða bátarnir sum skulu longur út, tískil bidnir um at fara út á fjørðin fyri at fara út um.
Vinarliga kunni róðrarfólk tykkara um hetta skriv!
Verðið hjartaliga vælkomin á Fjarðastevnu 2013.
Við róðrarkvøðu vegna Skála róðrarfelag
Jóhan M. Jacobsen. fm.