«2021»Í dag«Okt»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30 31
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






In.fo viðtalu við forkvinnu okkara Annu Katrinu

 

Argja Róðrarfelag varð stovnað í 1982, men telist í dag millum størstu róðrarfeløgini í landinum. 21-ára gamla Anna Katrina Larsen varð mánadagin vald sum forkvinna í felagnum – hin fyrsta í søgu felagsins.


- Hetta hevði eg als ikki væntað. Men tað er ein stórur heiður at vera forkvinna í einum so stórum og væl dámdum felagi. Eg eri sera fegin um at vera fyrsta forkvinna, og eg fari at royna at vera eins fyrimyndarlig og undanfarnu formenn, sigur Anna Katrina Larsen

Hon undrast á, at so fáar kvinnur hava verið í nevndini í Argja Róðrarfelag seinastu árini.

- Vil mann, so kann mann, sigur hon beinrakið.

Heðin lovar nýggjan drátt
Anna Katrina Larsen tók við sum forkvinna mánakvøldið, og hevur tí ikki havt stundir at seta seg inn í viðurskiftir og mannagongdir enn. Hon sigur seg tó hava eitt gott bakland og royndar menn í nevndini, sum hon kann heita á. Nøkur mál eru tó sett til komandi ár.

- Heðin Mortensen segði, at vit fáa nýggjan drátt á Argjum. Vónandi verður hetta veruleiki.

Umframt nýggja dráttin, skal Argja Róðrarfelag eisini skipa fyri róðrinum á Óavsøku í ár. Áður hevur siðvenja verið, at Havnar Róðrarfelag hevur staðið fyri fyrireikingini, men í ár sleppa Argja Róðrarfelag og Róðrarfelagið Knørrur upp í part. Hetta fer at gera mun fíggjarligt.

- Tað gleðir okkum, at hetta loksins gjørdist veruleiki. Fíggjarliga fer hetta at gera ábøtur, tí tað krevur nógv at fáa eitt stórt felag at mala runt, sigur Anna Katrina Larsen.

Gleðir seg
Hóast Anna Katrina Larsen bert er 21-ára gomul, gleðir hon seg til eina mennandi og avbjóðandi tíð sum forkvinna. Hon hevur ein greiðan hugburð um, hvat krevst, til tess at varðveita felagsskapin í Argja Róðrarfelag, sum leggur lunnar undir teirri jaligu gongdini, sum hevur verið í felagnum seinastu árini.

- Fyri meg sum forkvinna er tað umráðandi at varðveita og menna tað, sum fekk meg at kenna meg væl í Argja Róðrarfelag frá fyrsta degi. Tað eru góðar umstøður, trivnaður, samanhald og ikki minst kenslan at vera ein partur av einari eind, sigur Anna Katrina Larsen at enda