Innbjóðing til Snarróður

 Innbjóðing
til “Tórshavn Snarróður” leygardagin 24 August 2013 kl. 13.30





















Her við vilja undirritaðu bjóða tykkara
róðrarfelag til at luttaka í tiltakinum “Tórshavn Snarróður”, sum verður á
Havnarvág.



Ásannandi, at
okkurt munagott má gerast fyri at økja um áhugan fyri tjóðarítrótti okkara,
kappróðrinum, vilja undirritaðu, saman við róðrarfeløgunum í Havn, royna at
skipa fyri einum øðrvísi  kappróðri.



Ætlandi skal
róðurin verða áskoðara og sjálvandi eisini rógvara vinarligur. Ætlanin er at
skipa fyri einum róðri, sum vit hava valt at kalla “Snarróður” (stuttur róður,
har bert verður spurtað). Starta verður til fast ásettar tíðir og størri krøv
verða sett til manningarnar á startinum. Tá byrjað verður til ásettar tíðir og
við at rógva ein styttri tein, har áskoðarar hava møguleika at fylgja róðrinum
allan vegin, rokna vit við, at róðurin er meira áskoðara vinarligur, ella meira
undirhaldandi um ein vil.



Við at rógva
styttri teinar skuldi hettar verið minni krevjandi fyri manningina, kanska gott
nú vit eru komin yvirum Ólavsøku, har venjingstøðið hjá manningunum er
fallandi.



Hetta er fyrstu
ferð, at slíkt verður fyriskipað, so hetta skal síggjast sum ein royndarróður,
ið kann slóða fyri nýhugsan innan føroyskan kappróður.



Til róðurin eru hesar treytir galdandi:



Vanligu reglurnar
hjá RSF fyri róðararárið 2013 við hesum undantøkum:



·      
Einki aldursmark er niðureftir í
hvørjum róðri.



·      
Rógvari kann luttaka í fleiri
róðrum



·      
Við áttamannaførum blandað, rógva 4
persónar av hvørjum kyni.



·      
Fimmmannafør við kvinnum verður
ikki róð. Hesar skula heldur rógva við seksmannaførum.



·      
Masters verður ikki róð hesuferð
so hesar rógva í hinum aldursbólkunum.



·      
 Byrjað verður til ásettar tíðir og bátar skulu
liggja klárir á startinum 5 min. áðrenn. Er ein bátur ikki har/klárur at starta,
verður byrjað uttan hann.



·      
Mannfólka- og dreingja bátar kunna
brúka kvinnur og gentur um neyðugt. Aldursmarkini eru tó galdandi.



·      
Viðvíkjandi róðursfólki er
galdandi grein 2 í reglum RSF’s um aldursmark fyri allar bátastøddir (eisini
barnaróðurin).



·      
Bátar/manningar skula duga at
leggja bátin - annars verður báturin burturvístur. Rokna verður við, at báturin
hevur vant start áðrenn róðurin tvs. krøkja í startin og loysa  úr honum aftur. Vanligur fastur startur
verður nýttur (teymur frá Molanum at krøkja í bátin).



·      
Ein kapping verður fyri feløg. Tað
felagið, sum fær flest stig samanlagt eftir stigatalvuni hjá RSF, vinnur. Feløg
sum hava ov fáar manningar, kunna melda til saman við øðrum feløgum fyri at
koma ájavnt við tað felag,  sum einsamælt
hevur flest manningar.



·      
Eru ivamál, taka fyrireikarnir sær
rætt til at taka avgerðir uttan kærumøguleika.



·      
Av tí at hetta er ein
royndarróður, tilskila fyrireikarnir sær rætt til at tillaga fyrireiking og
reglur, um góð hugskot koma fram áðrenn róðurin. Um so er verða feløgini/rógvarnir
kunnaðir.



 



Róðrarøki:



Ætlanin er at rógva
frá Molanum og inn til skipasmiðju keiina “ Kjartansa kei” í Vágsbotni. Sjá
kortið niðanfyri. Hetta umráðið halda vit er veðurbest og mest
áskoðaravinarligt, til at hava ein slíkan róður. Róðurin verður uml. 440 metrar
til longdar.

























 



 



 



Startrøðin hjá manningunum verður hendan:

















































Startrøð "Tórshavn snarróður"



13.30



Fimmmannafør dreingir



13.40



Seksmannafør kvinnur



13.50



Áttamannafør menn



14.00



Barnaróður gentur



14.10



Seksmannafør menn



14.30



Fimmmannafør gentur



14.40



Áttamannafør blandað



14.50



Barnaróður dreingir



15.00



Tíggjumannafør menn




 



Startrøð og tíðar ásetingarnar kunna verða
broyttar orsaka av skipaferðslu. Tað verður kunnað um okkurt verður broytt.



Greitt er at tíðarætlanin verður torfør at
halda, og mugu manningarskiftini gerast skjótt. 2 minuttir eftir at
seinasti  báturin er komin á mál, skulla
allir bátarnir verða burtur av róðrarøkinum og verða farnir inn undir
Vestarubryggju  (Bacalao), at skifta
manning. Roknað verður við at manningarnar hita upp á landi, so klárt er at
fara frá Bacalao til startin beinanvegin. Bátarnir skulu halda seg vestan fyri
róðrarøki á veg til startin. Rátt verður til, at ikki ov nógvar manningar eru
til hvønn bát, soleiðis at tíðirnar kunna haldast.  



Vit vóna, at feløgini taka væl ímóti
innbjóðingini og melda so nógvar manningar til sum gjørligt.



Møguleiki verður at nýta bátadráttirnar hjá
Havnar róðrarfelag ( í Álagerði),  Argjaróðrarfelag (á Argjum) og Knørrafelagnum
(har gamla neystið hjá Knørri er í Rættará) .



Seinasta freist at melda til er týskvøldið 20
August kl. 24.00. Meldast kann til á snarrodur@hotmail.com.
Tilmeldingargjaldið er kr. 100 pr. manning sum verður goldið áðrenn róðurin,
har startnummrini verða útflýggjaði.



Tað er ókeypis hjá áskoðarum at koma at
hyggja.



 



Vegna fyrireikarnar



Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen



Róðrarfelagið Knørrur,  Argja Róðrarfelag og Havnar Róðrarfelag