Innbjóðing til Varmakeldu 2019

 

 

 


 

Til Feløgini.


Fuglafjørður 20. juni 2019


 

ÍF Kappróður bjóðar øllum feløgum hjartaliga vælkomin á Varmakeldu 29. juni 2019. Sum vanligt byrjar barnaróðurin kl. 13.30 og FM-róðrarnir kl. 15.

Beint eftir innkoyringina til kappróðrarøkið (6), verða fólk, sum taka ímóti og vísa á pláss til bátarnar og bilar at standa.

Allir luttakandi bátar til barnaróður skulu verða komnir at standa á bátaøkinum (5) í seinasta lagið kl. 12.30 og takast av vogninum!

Bátarnir, sum luttaka í FM róðrinum, skulu vera á bátaplássinum (5) í seinasta lagið kl. 14 og eins og barnaróður, skulu bátarnir takast av vogninum!

Við dráttin (1) verða nummurni útflýggjaði. Her eru fólk, sum samskipa ferðsluna av flotanini av bátunum.

Uttanfyri Petur Larsen (2) er brúgv til manningarskifti. Ábit til róðrafólk verður í hølunum hjá ÍF kappróðri (3).

Steypa handan verður við Mentanarhúsið eftir 10 mannafars róðurin WC eru í kappróðraneystinum (3) - Egningarmiðstøðini (4).

Øll hjálparfólk hjá ÍF Kappróðri verða í orange vesti ella jakka

Kappróðrarøkið:

Gjørt verður vart við, at bátar, sum fara út á start málið ella hita upp, skulu halda seg til tað vestara landið.

500 m fasti starturin er festur í land á eystur síðu (undir Havsbrún). Hesin startur verður tikin vekk, líka so skjótt sum barnaróður er liðugur.

1000 m er festur í land sunnan fyri Pelagos.

Við róðrakvøðu

 

Vegna ÍF kappróður Bjartur Larsen Formaður