Kappróðrarøkið:Heitt verður á allar bátar um at rógva út til startin á norðaru síðu av fjørðinum, og hita upp á ávísta økinum, eystanfyri (uttanfyri) havnalagið. Sí kort. Fram við sunnaru síðu av kappróðrarøkinum eru skelti fyri hvørjar 100 m teir seinastu 400 m. Boðið verður til fylgjandi róðrar, uttanfyri FM: Menn: 10 mannafør, Old boys, 1000 m Kvinnur: 6 mannafør Old girls, 1000 m Manningar sum ætla at luttaka í hesum róðrum, biðjast um at siga frá hjá Siri Gudmundsson, á 259098 ella mail:
siri.gudmundsson@gmail.comí seinasta lagi hósdagin 21 juni, um kvøldið.
Vágs kappróðrarfelag