Kappróður verður 2020

 

Róðrarsamband Føroya hevur verið á fundi við kappróðrarfeløgini í dag.

Semja varð um at byrja at rógva aftur í ár undir skipaðum umstøðum í mun til smittufyribyrging.

Avgjørt varð at venjingin byrjar í stigum, soleiðis:
27. apríl - Vaksnu manningarnar byrja at venja - Kvinnur og menn 5-, 6-, 8- og 10-mannafør
4. mai - Dreingja- og gentumanningarnar byrja.
11. mai - Eru umstøurnar til tað, byrja barnamanningarnar at venja.

Nærri kunning um kappingina kemur umleið hálvan mai.-