Norðoyastevnan 2017

 

 

Innbjóðing til
Norðoyastevnu 2017

 



Hervið bjóða vit til kappróður á
Norðoyastevnu 2017.

FM-róðurin er Norðoyastevnuaftan, leygardagin, 27. mai 2017,
kl 15.00 stundisliga, og barnaróðurin byrjar kl 13.30.

 

Bilar við róðrarbátum

Allir bátar skulu verða á
róðrarøkinum áðrenn kl 12.00.

 

Merkt er upp, har tær ymsu bátastøddirnar skulu standa, tað er niðanfyri
Parlamentið og sunnanvert og frammanfyri dráttin við Klaksvíksgarðin. Manningarnar
vera vinarliga bidnar um at halda seg til hesar ásetingar. Dráttur og
útflýggjan av tølum er á sama stað.

 

Væntandi verður rennikapping 
Norðoyastevnuaftan, tí kann roknast við at miðbýurin er stongdur fyri
ferðslu millum kl. 11.00 og kl 12.30.

 

Matur

Áðrenn róðurin verður smyrjibreyð at fáa í kantinuni hjá NFCS (mynd 1) frá
kl.10.00 – 13.00. Ferðaleiðarar og bilførarar eru eisini vælkomin.



Fasti starturin

Gjørt verður vart við, at fasti starturin er festur í land við 1.000 metra
málið. Bátarnir, sum ætla sær longri út,verða bidnir um at halda seg vestaru
megin róðrarøkið. Vestaru megin er á tí síðuni, har bátarnir verða flotaðir.

 

Starturin til barnaróðurin

Umleið kl. 12.00 verður starturin til barnaróðurin spentur upp á 500 metra
málinum, og verður tikin niður tá barnaróðurin er av, umleið kl. 14.00.



Steypahandan:

Aftaná róðurin verða steyp og heiðursmerkir handaði í Klaksvíksgarðinum, beint
við dráttin.



Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólkið og
bilførararnar. Hava tit spurningar ella annað, eru tit vælkomin at seta tykkum
í samband við okkum.



Við róðrarkvøðu

Klaksvíkar Róðrarfelag





Ísak Mikladal, formaður

Tlf.: 232052








































































T-post: imikladal@gmail.com