Siggert farin.

 


Siggert
Johansen farin

 

Í
kvøld fingu vit tey tungu boð, at fyrrverandi formaður felagsins, Siggert
Johansen hevur lagt sínar árar inn fyri seinastu ferð.

Siggert
kom í nevndina hjá AR í  1985 og var hann
í nevndini líka fram til 1996, hann var eisini formaður í nøkur ár.

Siggert
var ein av undangongumonnunum, saman við øðrum góðum fólkum, at byggja neystið
hjá felagnum. Siggert stóð øll árini fyri útleigingini og hevði haraftrat
bingospæli hjá felagnum.

Siggert
var sera góður við felagið og stuðlaði tí líka til hann nú andaðist. AR takkar
Siggerti fyri hansara stuðul og hjálp til felagið.

Við
hesum fáu orðum vil Argja Róðrarfelag lýsa frið yvir minnið um Siggert
Johansen.

 

Við
samkenslu






































Argja
Róðrarfelag