Hvalvík 06.06.2016
Til feløgini!
Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag vil við hesum bjóða øllum róðrarfeløgum hjartaliga vælkomnum til kappróður á Sundalagsstevnu, sum verður í Hvalvík leygardagin 11. juni kl. 15:00.
Byrjað verður við barnaróðrinum kl.13:00. Vit vilja tí heita á hesar manningarnar um at møta á kaiøkinum í seinasta lagi kl.12:00. Allar aðrar manningar skulu møta á kaiøkinum í seinasta lagi kl.14:00.
Øll hjálparfólk hjá HSR vera í gulum vestum. Ivast tit í nøkrum, er bara at spyrja tey.
Frásetan av kappróðrarbátum:
Bátarnir skulu setast á økið oman fyri O.K Heilsølu inni við bátahylin (1). Tað er uppmerkt, hvar ymisku bátastøddirnar skulu standa. Tølini vera útflýggjað við nýggja dráttin við bátahylin (2).
Matseðlar:
Tá ið tølini vera útflýggjað, fáa manningin og eitt hjálparfólk matseðlar. Smyrjibreyð verður at fáa í høllini hjá I.Z. lastbilum (3).
WC:
Sunda kommuna hevur sett ein nýggjan vesivogn á kaiøkið (4).
Parkering av lastbilum:
Innkoyring til kappróðrarøkið er við Norðsetur (5).
Lastbilar og persónbilar skulu setast á økið eystan fyri P.L. Stórbilar og út í móti Norðsetri (6).
Steypahandanin:
Steypahandanin fer fram á kaiøkinum aftaná kappróðurin (7). Tey feløg, ið hava ferðasteyp í
varðveitslu, vera biðin um at lata tey inn við dráttin í seinasta lagi kl. 14: 00.
Kappróðrarøkið:
Fram við sunnaru síðu av kappróðrarøkinum hanga skelti fyri hvørjar 100 m teir seinastu 500 m.
Fastur startur er festur í land við 500 m og 1000 m startin. Bátar, sum skulu út á
startin, vera tí bidnir um at halda seg norðan fyri, tá róð verður út.
Møguligt er hjá bátum at skifta manning inni í bátahylinum (8).
Hjálagt er kort yvir róðrarøkið.
Allar manningar, sum ætla at luttaka uttan fyri róðrar skipaðar av RSF, biðjast siga frá hjá Paulu tlf. 283013 í seinasta lagi hósdagin 9. juni 2016 kl. 12:00.
Heitt verður á feløgini um at kunna rógvararnar um hetta skriv.
Við róðrarkvøðu
Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag
Jann Thomsen, formaður