Vestanstevna 2016

 Vestanstevnan 2016


Sørvágs Róðrarfelag vil við hesum bjóða øllum róðrarfeløgum, hjartaliga vælkomin á Vestanstevnu,


ið verður í Sørvági leygardagin 9. Juli 2016.


Byrjað verður við barnaróðri kl. 13:30, og FM róðri kl. 15:00.


Vit vilja heita á feløgini, um at verða á keiøkinum kl. 12:30 við bátunum, av tí at tað kann gerast


trongt at sleppa frammat, tá ferðslan av álvara er byrja›.


Barnamanningarnar skulu vera á keiøkinum seinast kl. 12:30. Manningarnar, ið skulu rógva FM


skulu verða á keiøkinum seinast kl. 14:00.


Um ivamál eru, kunnu manningar og feløg venda sær til hjálpar fólkini á keiini. Hjálparfólkini


verða í gulum vestum.


Bátarnir skulu setast á tað øki á keiini, ið er merkt til teirra bátastødd.


Manningarnar skulu syrgja fyri at hava tølini við sær, tá fari verður í bátarnar. Tølini eru at heinta


við dráttin.


Til kappróðrafólkið:


Matur til kappróðrarfólki verður at fáa á Gamla flakavirkinum í Sørvági, ið er uppi á vegnum


omanfyri dráttin. Eisini eru vesi til kappróðrarfólkið í sama bygningi. Annars eru vesi eisini


aðrastaðni á keiøkinum.


Steypahandan:


Steypahandanin fer fram á keiøkinum, tætt við dráttin.


Tey feløgini, ið liggja inni við ferðasteypunum frá Vestanstevnuni 2013, verða vinarliga biðin


um lata tey inn á Havnarskrivastovuna á keiini, ið er á hjørninum, tá ið fari› verður oman til


dráttin.


Róðrarøkið:


Kapprð›urin fer fram inneftir fjørðinum. Tað eru skeltir sett upp frá 500m og inn eftir.


Tað hongur skelti uppi við dráttin, ið vísir hvussu róðrarøki er uppmerkt, og hvar avrógvingin og


upphitingin fer fram.


Hjálagt er kort yvir øki› inni á landi›.


Heitt verður á feløgini um at kunna allar manningar um hetta skriv.


Eru spurningar viðvíkjandi róðrinum eru tit vælkomin at ringja til Oddbjørg tlf: 271292, ella Anju


tlf: 271293.


Við róðrarkvøðu


Sørvágs Róðrarfelag.


Email: anjam@atlantic.fo