«2017»Í dag«Jun»
      1 2 3 4
5 6 7 8 9 10 11
12 13 14 15 16 17 18
19 20 21 22 23 24 25
26 27 28 29 30    
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir

Ingibjørg 14
Falkur 12
Firvaldur 10
Beinta 
Jallurin
6
Tjaldrið 4
Svalan 1
Ternan 1
Tekla 0
Knúkur 0





 



Barnaróður-gentir

Ingibjørg 14
Firvaldur 11
Frúgvin 6
Falkur 6
Fipan Fagra 4
Svalan 3
Spógvin 2
Ørnin 1
Pílur 0
Knúkur 0






5 mf-gentir

Firvaldur
 14
Drekin 12
Blikur 7
Pílur                6
Beinta 5
Báran 4
Hulda 4
Kollur 1
Royndin Fríða 0
 Fenja                                    0
                                     



5 mf-dreingir

Fípan Fagra
       14
Sílið 12
Royndin Fríða 9
Teistin 5
Junkarin 5
Jallurin 5
Pílur 4
Drekin 1
Títlingur 1
 Havfrúgvin                             0
 Ingibjørg                                0


5 mf-kvinnur

Jallurin      14
Drekin 11
Erla Kongsdóttir 11
Teistin 6
Tekla 6
Sílið 4



6 mf-menn

Hvessingur                       13
Sundabáturin 15
Hósvíkingur 10
Lómur                 8
Jarnbardur                                3









6 mf-kvinnur

Rádni  7
Sølmundur 6
Fortuna 5
Fípan Fagra                        4











8 mf
Argjabáturin 13
Tofta Regin 13
Árnfirðingur 10
Knørrur                 8











10 mf
Klaksvíkingur          14
Drekin Reyði 12
Ormurin Langi 10
Havnarbáturin 8





29 ár seinni sótu teir aftur á lærinum.

 

Úr myndasavninum – 29 ár seinni sótu teir aftur á lærinum

Blikadreingir í 1987. Standandi f.v: Fróði Torkilshøj, Ragnar Joensen, Ingi á Tórgarði, Teitur Samuelsen, Fróði Magnussen, Niels Nielsen og Hans Haraldsen.
Blikadreingir í 1987. Standandi f.v: Fróði Torkilshøj, Ragnar Joensen, Ingi á Tórgarði, Teitur Samuelsen, Fróði Magnussen, Niels Nielsen og Hans Haraldsen.

Óteljandi kappróðrarsøgur eru at fara eftir, men lættast er at skriva søgur úr nærumhvørvinum. Í morgun fekk eg sendandi myndina omanfyri frá Fróða Ólason Olsen av Argjum, hvørs hjarta brennur fyri kappróðri og serliga reyðu bátunum á Argjum. Myndin omanfyri er manningin á Bliki frá 1987. Tríggir fyri mær kendir dreingir eru á myndini, sum framvegis brenna fyri kappróðri. Ingi á Tórgarði, Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen. Teitur og Fróði tóku stig til ódnartøkini og snarróðrarnar, og Ingi og Fróði sótu á lærinum umborð á Hvessingini á vestanstevnu.

Fyri 29 árum síðani sótu Ingi á Tórgarði og Fróði Magnussen á lærinum  tær umborð á Bliki. Og nú aftur á vestanstevnu. (Mynd Bjarti Mohr)
Fyri 29 árum síðani sótu Ingi á Tórgarði og Fróði Magnussen á lærinum umborð á Bliki. Og nú 29 ár seínni umborð á Hvessingi. (Mynd Bjarti Mohr)

Fróði segði mær, at fyri 29 árum síðani sótu Ingi og hann á lærinum umborð á Bliki. Tá vit tosa um alduróðurin í Sandavági, segði Fróði mær, at teir sum fimtan ára gamlir dreingir plagdu at fara eystur/norður um Molan, tá hann var eystan í ættini. Har vandu teir at rógva á aldurygginum og aldudalinum inn í Sandagerð. Á vestanstevnu 29 ár seinni sita teir aftur á lærinum hesuferð umborð í Hvessingi, og uttan iva komu royndirnar frá aldurógvingini í 80-árunum teimum til góðar í vestanstevnu.

Ingi á Tórgarði er uppvaksin í Havn og flutti til Fuglafirðar, har hann eisini tók stór tøk í kappróðrinum. Var við at umvæla neystið og fáa kappróðurin í bygdini á skinnaran aftur. Hann vann FM-heitið við Havnarbátinum í 2004, og hugurin at rógva má vera góður, tí hann koyrdi tá til Havnar úr Fuglafirði at venja. Ingi vegleiðir eisini dreinginum umborð á Sílinum, har sonurin rør. Familjan býr nú Havn.

Fróði og Teitur eru eisini serligar eldsálir. Eitt er ódnartøkini og snarróðrarnir, men teir rógva framvegis og hjálpa til. Fróði róði í nógv ár við Argjabátinum, og Teitur stýrdi bæði Bliki og Argjabátinum. Til stuttleika skal eg enda við einum broti, sum eg skrivaði í sambandi við, at Niclas í Koltri smíðaði nýggjan Blik í 1980-árunum. Fari ikki skreivur, at Blikur var seinasti bátur, Niclas smíðaði. Niclas segði soleiðis um blikadreingirnar í 1980-árunum, sum vóru spentir at fáa nýggjan bátin:

– Dreingirnir, sum skuldu rógva við Bliki vóru so ótolnir, at teir høvdu ikki tíð at bíða eftir bátinum. Dreingirnir komu hvønn dag av Argjum í kjallaran á Heygnum Mikla at hyggja, hvussu leið við bátinum. Var stongt í kjallaranum og eingin heima, hugdu teir inn gjøgnum vindeyguni. Eg skilti væl dreingirnar, men hesi árini hevði eg úr at gera at smiða bæði vanligar bátar og kappróðrarbátar. Bíðilistin var langur, segði Niclas við undirritaða. (Vagnur)