
FroðbiarSóknarRóðrarfelag
Innbjóðing til Jóansøku2019
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag bjóðar tykkum vælkomnum á jóansøku 2019, sum í ár er á Tvøroyri. FM-róðurin verður leygardagin 22. juni 2019 kl. 15.00, og barnaróðurin byrjar kl. 13.30.
Kappróðrarbátar
Allir kappróðrarbátar verða bidnir um at koma beinleiðis av Smyrli á róðrarøkið. Tó í seinasta lagi møta bátar til barnaróður kl.:12:30, og bátar til FM-róður kl.14:00. Bátar, sum koma á vogni, skulu standa á vogninum á merktu støðunum. Bilar, sum koma við bátum, kunnu parkera fram við Varðanum Pelagic á norðursíðuni.
Miðbýurin er stongdur fyri ferðslu, av tí sama verða tit biðin um at koyra eftir ovara vegi (Traðarvegi), tá ið tit koma í land av Smyrli og skulu á havnaøkið.
Økið til kappróðrarbátar
Uppmerkt er, har tær ymsu bátastøddirnar skulu standa, og er tað á nýggju bingjuhavnini.
Bátarnir standa á økinum nær dráttinum og verða flotaðir við vestursíðuna av bingjuhavnini. Í sama øki verða tølini útflýggjað. Hjálparfólk eru á dráttinum og útflýggjatøl.
Upphitingarøkið
Upphitingarøkið er vestan fyri bátahylin.
Matur
Smyrjibreyð verður at fáa í kantinuni hjá Varðanum Pelagic frá kl. 13:00, og til róðurin er liðugur. Ferðaleiðarar og bilførarar eru eisini vælkomin.
Vesir
Vesir hjá Varðanum Pelagic kunnu nýtast av kappróðrarfólki frá kl. 13.00, og til Smyril fer av Tvøroyri.
Steypahandan
Eftir róðurin verða steyp og heiðursmerki handað á P-plássinum omanfyri BÓNUS, har hvíta teltið stendur.
Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólk og bilførarar. Hava tit spurningar, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband viðokkum.
Við róðrarkvøðu
Froðbiar Sóknar Róðrarfelag
Formaður, Linn Mohr Augustinussen M: 216344
T: frobiarsoknarrorarfelag@gmail.com
Síða 1 av 2