«2022»Í dag«Jan»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Innbjóðing til Jóansøku á Tvøroyri.

 

FSR Froðbiar Sóknar Róðrarfelag

 

 

Dagfest á Tvøroyri hin  23. juni 2013

 

 

 

 

Til kappróðrarfólkini !

Hjartaliga vælkomin til kappróðurin á Jóansøku 2013,  ið verður leygardagin 

29. juni á Trongisvágsfirði.

Bátarnir skulu standa:

Bátarnir skulu setast millum Faroe Ship og bátahylin, har bátadrotturin eisini er. Skiltir eru uppsett og vegleiðing á staðnum. Smyril leggur at á krambatanga so allir bátar verða noyddur at koyrast yvur. Um átrokandi hjálp til tess kann ringjast 772900. Eyka bussar eru settur til at koyra so har er eingin vandið.

Latbilar:

Lastbilar ið koma verða bidnir um at fara til plássið har vognarnur fara at standa.

Bátadrátturin:

Bátadrátturin er við endan av bátahylinum og har verða bátanumrini útflýggjaði. 

Matur:

Matur verður at fáa í kantinuni í skúlanum nakað omanfyri keiina frá kl. 12-17. Eisini verður høvi at keypa sær okkurt at eta á keiini.

WC:

Møguleiki er at fara á wc í skúlanum , og hjá Tvør. Havn og Forminnissavninum.

Róðurin og manningarskift:

FM róðurin byrjar kl 15.00 stundisliga. Manningarnar skifta inni í bátahylinum tætt við drátt til bátar á sjógv

Barnaróður:

Barnaróðurin byrjar kl  13.00  stundisliga.

Old-boys/girls róður:

Er áhugið, verður skipað fyri old-girls- og old-boys róðri, har aldurin verður 35 ár og eldri.

Boðast skal frá hjá FSR v/ Júst Johannesen 26. juni kl 21.00. Tlf sí niðanfyri.

Steypahandanin:

Beint eftir róðurin verða steypini handaði í Miðbýnum omanfyri Bónus .

Áheitan frá FSR um at lata allar manningarnar verða við til steypahandinanina.

 

Tey feløg, ið hava ferðasteyp í varðveitslu, verða biðin at lata tey inn har numrini verða útflýggjaði.

Um okkurt felag hevur vunnið ferðasteypið til ognar, verða tit biðin at siga frá skjótast gjørligt.

 

 

Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólkið.

Mynd viðheft. 

 

Við róðrarkvøðu

Júst Johannesen  formaður                                                           

tlf.  772900  

email: justdoit4408@gmail.com