Innbjóðing til Norðoyarstevnu 2019
Norðoyastevna 2019
Til róðrarfeløgini
Innbjóðing
Klaksvíkar róðrarfelag vil við hesum bjóða tykkum vælkomin á Norðoyastevnu 2019 leygardagin 1. juni. Barnaróðurin byrjar kl. 13.30 og FM-kappróðurin byrjar kl. 15:00.
Matseðlar
Ábit verur at fáa í kantinuni hjá NFCS frá kl 13:00. Til kl 16:30. Ferðaleiðarar og bilførarar eru eisini vælkomin.
Frásetan av kappróðrarbátum
Allir kappróðrarbátar, sum koma í lastbilum skulu takast av bilunum á kajøkinum. Bátar, sum koma á vognum, skulu standa á vogninum á avmerkta økinum. Merkt er upp, hvar ymisku bátastøddirnar skulu standa. Bátarnar til barnaróðurin skulu verða á avmerktað økinum áðrenn kl. 12:30. Allir aðrir bátar skulu verða á avmerktað økinum áðrenn kl. 14:00. Bilarnir verða síðani parkeraðir úti á stóra kajøkinum.
G.G. Av tí at Royal Run er á Norðoyastevnuni í ár, verða høvuðsvegir stongdir kl. 10, og er tað tí neyðugt at fáa bátarnar á økið áðrenn.
(Víst verður til viðlagt kort, hvørjir vegir verða stongdir.)
Eisini ber til at seta kappróðrarbátarnar í hølið hjá Bakkafrost á kaiini fríggjakvøldi, um kappróðrarbátar ikki klara norð leygarmorgunin.
Bátarnir verða flotaðir sunnan fyri NFCS, har dráttur er. Við dráttin er ein bátabrúgv, sum bátar, ið hava fleiri manningar kunnu nýta at skifta manning.
Steyp og steypahandan
Aftaná róðurin verða steyp og heiðursmerkir handaði í Klaksvíksgarðinum, beint við dráttin.
Ferðsla á Norðoyastevnu
Leygardagin 1. juni 2019 rennur Krúnprinsurin 10 km í Klaksvík.
Tiltakið kemur at ávirka ferðsluna í býnum hendan dagin. Partar av býnum verða stongdir fyri gjøgnumkoyrandi ferðslu ávís tíðspunkt. Víst verður til viðlagda kortið.
Leggjast skal til merkis, at høvuðsvegir verða stongdir í Klaksvík kl 10, tí Royal run verur. Tí er tað neyðugt at fáa bátarnar á økið áðrenn kl 10, víst verður til viðlagda kortið, hvønn veg kappróðrarbátarnar koma á økið. Á viðlagda kortinum, eru klokkutíðinar skeivar.
Koyrast skal frá rundkoyringini við Norðoyatunnilin til Oman Eið síðan eftir Undir Fossum, Undir Hálsi, Undir Klakki og heim eftir Stokkoyravegi til Berglon og oman á róðrarøkið.
Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólkið og bilførararnar. Hava tit spurningar ella annað, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum.
Við róðrarkvøðu Klaksvíkar Róðrarfelag
Magnus Michalsen, formaður
Tlf.: 263255
T-post: klaksvikarrf@gmail.com