«2022»Í dag«Jan»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Innbjóðing til Snarróður

 Innbjóðing til “Tórshavn Snarróður” leygardagin 24 August 2013 kl. 13.30

Her við vilja undirritaðu bjóða tykkara róðrarfelag til at luttaka í tiltakinum “Tórshavn Snarróður”, sum verður á Havnarvág.

Ásannandi, at okkurt munagott má gerast fyri at økja um áhugan fyri tjóðarítrótti okkara, kappróðrinum, vilja undirritaðu, saman við róðrarfeløgunum í Havn, royna at skipa fyri einum øðrvísi  kappróðri.

Ætlandi skal róðurin verða áskoðara og sjálvandi eisini rógvara vinarligur. Ætlanin er at skipa fyri einum róðri, sum vit hava valt at kalla “Snarróður” (stuttur róður, har bert verður spurtað). Starta verður til fast ásettar tíðir og størri krøv verða sett til manningarnar á startinum. Tá byrjað verður til ásettar tíðir og við at rógva ein styttri tein, har áskoðarar hava møguleika at fylgja róðrinum allan vegin, rokna vit við, at róðurin er meira áskoðara vinarligur, ella meira undirhaldandi um ein vil.

Við at rógva styttri teinar skuldi hettar verið minni krevjandi fyri manningina, kanska gott nú vit eru komin yvirum Ólavsøku, har venjingstøðið hjá manningunum er fallandi.

Hetta er fyrstu ferð, at slíkt verður fyriskipað, so hetta skal síggjast sum ein royndarróður, ið kann slóða fyri nýhugsan innan føroyskan kappróður.

Til róðurin eru hesar treytir galdandi:

Vanligu reglurnar hjá RSF fyri róðararárið 2013 við hesum undantøkum:

·       Einki aldursmark er niðureftir í hvørjum róðri.

·       Rógvari kann luttaka í fleiri róðrum

·       Við áttamannaførum blandað, rógva 4 persónar av hvørjum kyni.

·       Fimmmannafør við kvinnum verður ikki róð. Hesar skula heldur rógva við seksmannaførum.

·       Masters verður ikki róð hesuferð so hesar rógva í hinum aldursbólkunum.

·        Byrjað verður til ásettar tíðir og bátar skulu liggja klárir á startinum 5 min. áðrenn. Er ein bátur ikki har/klárur at starta, verður byrjað uttan hann.

·       Mannfólka- og dreingja bátar kunna brúka kvinnur og gentur um neyðugt. Aldursmarkini eru tó galdandi.

·       Viðvíkjandi róðursfólki er galdandi grein 2 í reglum RSF’s um aldursmark fyri allar bátastøddir (eisini barnaróðurin).

·       Bátar/manningar skula duga at leggja bátin - annars verður báturin burturvístur. Rokna verður við, at báturin hevur vant start áðrenn róðurin tvs. krøkja í startin og loysa  úr honum aftur. Vanligur fastur startur verður nýttur (teymur frá Molanum at krøkja í bátin).

·       Ein kapping verður fyri feløg. Tað felagið, sum fær flest stig samanlagt eftir stigatalvuni hjá RSF, vinnur. Feløg sum hava ov fáar manningar, kunna melda til saman við øðrum feløgum fyri at koma ájavnt við tað felag,  sum einsamælt hevur flest manningar.

·       Eru ivamál, taka fyrireikarnir sær rætt til at taka avgerðir uttan kærumøguleika.

·       Av tí at hetta er ein royndarróður, tilskila fyrireikarnir sær rætt til at tillaga fyrireiking og reglur, um góð hugskot koma fram áðrenn róðurin. Um so er verða feløgini/rógvarnir kunnaðir.

 

Róðrarøki:

Ætlanin er at rógva frá Molanum og inn til skipasmiðju keiina “ Kjartansa kei” í Vágsbotni. Sjá kortið niðanfyri. Hetta umráðið halda vit er veðurbest og mest áskoðaravinarligt, til at hava ein slíkan róður. Róðurin verður uml. 440 metrar til longdar.

 

 

 

Startrøðin hjá manningunum verður hendan:

Startrøð "Tórshavn snarróður"

13.30

Fimmmannafør dreingir

13.40

Seksmannafør kvinnur

13.50

Áttamannafør menn

14.00

Barnaróður gentur

14.10

Seksmannafør menn

14.30

Fimmmannafør gentur

14.40

Áttamannafør blandað

14.50

Barnaróður dreingir

15.00

Tíggjumannafør menn

 

Startrøð og tíðar ásetingarnar kunna verða broyttar orsaka av skipaferðslu. Tað verður kunnað um okkurt verður broytt.

Greitt er at tíðarætlanin verður torfør at halda, og mugu manningarskiftini gerast skjótt. 2 minuttir eftir at seinasti  báturin er komin á mál, skulla allir bátarnir verða burtur av róðrarøkinum og verða farnir inn undir Vestarubryggju  (Bacalao), at skifta manning. Roknað verður við at manningarnar hita upp á landi, so klárt er at fara frá Bacalao til startin beinanvegin. Bátarnir skulu halda seg vestan fyri róðrarøki á veg til startin. Rátt verður til, at ikki ov nógvar manningar eru til hvønn bát, soleiðis at tíðirnar kunna haldast.  

Vit vóna, at feløgini taka væl ímóti innbjóðingini og melda so nógvar manningar til sum gjørligt.

Møguleiki verður at nýta bátadráttirnar hjá Havnar róðrarfelag ( í Álagerði),  Argjaróðrarfelag (á Argjum) og Knørrafelagnum (har gamla neystið hjá Knørri er í Rættará) .

Seinasta freist at melda til er týskvøldið 20 August kl. 24.00. Meldast kann til á snarrodur@hotmail.com. Tilmeldingargjaldið er kr. 100 pr. manning sum verður goldið áðrenn róðurin, har startnummrini verða útflýggjaði.

Tað er ókeypis hjá áskoðarum at koma at hyggja.

 

Vegna fyrireikarnar

Teitur Samuelsen og Fróði Magnussen

Róðrarfelagið Knørrur,  Argja Róðrarfelag og Havnar Róðrarfelag