«2021»Í dag«Aug»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Jóansøkan í Vági 2012

Vælkomin til kappróðrur á Jóansøku 2012

Vágs kappróðrarfelag vil við hesum bjóða øllum róðrarfeløgum hjartaliga vælkomin til kappróður á Jóansøku, sum verður í Vági leygardagin 23. juni. FM-róðurin byrjar kl. 13.00 við innleiðandi umførunum hjá barnaróðrinum. Smyril fer av Havnini kl. 10.00 og verður í Vági kl 12.00 Smyril fer av Vági kl 20.30 til Havnar. Kappróðrarbátar hava fyrsta rætt at sleppa við. Bátarnir skulu setast á havnaøki, á ”gomlu” keiini. Tað er uppmerkt, hvar ymisku bátastøddirnar skulu standa. Drátturin verður á keiini har bátarnir standa. Sí kort. Tølini vera útflýggjaði við dráttin. Róðrarfólkið fær smyrjibreyð frá kl 12, í kantinuni á Polarfrost, sí kort. WC eru á Polarfrost, umframt á Heimavirkinum, sí kort. Steypahandanin fer fram á minnisvarðaøkinum aftaná kappróðurin, sí kort.

Kappróðrarøkið:Heitt verður á allar bátar um at rógva út til startin á norðaru síðu av fjørðinum, og hita upp á ávísta økinum, eystanfyri (uttanfyri) havnalagið. Sí kort. Fram við sunnaru síðu av kappróðrarøkinum eru skelti fyri hvørjar 100 m teir seinastu 400 m. Boðið verður til fylgjandi róðrar, uttanfyri FM: Menn: 10 mannafør, Old boys, 1000 m Kvinnur: 6 mannafør Old girls, 1000 m Manningar sum ætla at luttaka í hesum róðrum, biðjast um at siga frá hjá Siri Gudmundsson, á 259098 ella mail:

siri.gudmundsson@gmail.comí seinasta lagi hósdagin 21 juni, um kvøldið.

Vágs kappróðrarfelag