Ólavsøkan 2016
Gamalt er, at tað at vinna ólavsøkuróðurin er sum at vinna føroyameistarheitið. Um tað er so,
kann hvør einstakur meta um; men nógv verður ið hvussu er lagt fyri til at vinna ólavsøkusteyp,
tí so er heiðurin komin í hús og søkan bjargað.
Við hesum bjóða vit øllum hjartaliga vælkomnum til ólavsøkuróðurin 2016
Róðurin verður á Havnarvág hósdagin, 28. juli. Byrjað verður klokkan 15 við barnaróðri. Kappróðrarbátar
skulu vera á bátaøkinum ein tíma innan byrjað verður. Víst verður til reglugerðina
hjá RSF.
Bilar, sum koma við bátum til kappróðurin, verða beindir til og frá við rundkoyringarnar við
Skansan, har vegurin Yviri við Strond og J. Broncks gøta møtast. Bilar og vognar kunnu síðan
setast á fráfaringarøkið við farstøðina. Smyril Line skal brúka økið eftir róðurin; tí mugu bátar
og vognar flytast av økinum eftir steypahandanina.
Bátaøkið fevnir um parkeringsøkið á Bursatanga og økið við rampuna, har Norrøna leggur at.
Økið eru frámerkt á hjálagda korti yvir bátaøkið o.a. Tá ið komið verður á økið, verður víst á,
hvar ymsu bátastøddirnar skulu standa.
Drátturin er á rampuni hjá Norrønu. Rampan verður lækkað niður ímóti sjónum, og ein flótibrúgv
verður løgd frammanfyri, so skjótt Smyril loysir klokkan 13. Manningaskifti kann síðan
gerast á flótibrúnni.
Á hjálagda korti yvir róðrarøkið er frámerkt, hvussu bátar rógva til og frá økinum. Heitt verður
á manningar um at halda seg burtur frá kappróðrar økinum, meðan kappróður er.
Ein drona fer at flúgva við róðrarøkið og fer at taka myndir av róðrinum. Hetta verður við
startin og áraka ískaiina. Hon fer at halda neyðuga fjarstøðu, so at hon ikki órógvar róðurin.
Seinni verður møguleiki at síggja myndir og filmsklipp á Facebook. Leinki verður lagt út á
facebook-bólkin Kappróðrarkjak.
Manningar, ið vilja hava ein breyðbita í sambandi við róðurin, skulu melda seg til við at maila
til olavsokurodur@gmail.com í seinast lagi sunnukvøldið, 24. juli klokkan 20. Tilmeldaðar
manningar fáa boð eftirfylgjandi um nær og hvar.
Steypahandanin verður sum vanligt beint við bátaøkið á Bursatanga eftir róðurin. Feløg, sum
hava ferðasteyp frá ólavsøkuróðrinum í varðveitslu, verða biðin um at lata tey aftur. Avtalað
er gjørd við RSF um, at tey kunnu latast aftur hjá RSF sunnudagin tann 24. juli klokkan 19. Tey,
sum eisini hava FM-ferðasteyp, fáa soleiðis gjørt alt um eina leið.
Hjáløgd eru startrøð, kort yvir róðrarøkið og kort yvir bátaøkið o.a.
Góðan ólavsøkuróður
ynskir Áhugafelagið ólavsøkuróður