
Ólavsøkan 2015 AR
Jóannes Hansen 28.07.2015 (16:18)
Argjabáturin hevur vunnið 13. FM heitið
Tað varð ongantíð tann spenningur í ólavsøkukappróðrinum millum 8-mannaførini, sum undanfarnu kappingar høvdu lagt upp til.
Heiðabáturin og Argjabáturin høvdu báðir møguleika at vinna FM, og tað var Argjabáturin, sum vann.
Longu í fyrsta taki fór Argjabáturin framum tann gula innan úr Heiðum, og síðani var spurningurin bara, hvussu stórur og sannførandi sigurin fór at verða.
Heiðabáturin megnaði ongantíð at bjóða av, og tá ið bátarnir fóru skúmandi fram ímóti málinum, var Argjabáturin eina bátslongd undan Heiðabátinum, sum aftur var eina bátslongd undan Kvívíkingi, sum luttók fyri fyrstu ferð í ár, og sum var eina bátslongd aftanfyri Heiðabátin.
Merkisvert er tað, at hetta var trettanda ferðin, at Argjabáturin vann FM. So ofta eru tað bara tveir bátar, ið áður hava vunnið – Havnarbáturin og Jarnbardur við kvinnum.