
Regatta 2015
Rógvið summarið av á Regatta
Tann 14. august verður ársins Regattasigling
av Eiði til Hósvíkar hildin. Hósvíkar Róðrarfelag bjóðar øllum kappróðrarfólkum og róðrarfólkum annars
at koma við og rógva av Eiði til Hósvíkar.
Í fleiri ár hava kappróðrar og aðrir róðrarbátar
verið við á Regatta. Í ár ætla vit meira, og ætla at hava tað meira skipað,
soleiðis at vit fáa fleiri kappróðrarbátar við, og at hesir fylgjast í einum
stórum róðrarfelti á teininum av Eiði til Hósvíkar.
Hetta er ein góður møguleiki at savna manningina
fyri seinastu ferð á árinum og rógva ordiliga av, áðrenn fyrireikingarnar til
næsta ár so smátt fara í gongd aftur.
Tí koma vit nú við einum tilboði til øll
róðrarfólk. Takið kappróðrarbátin við á Regatta og rógvið saman við okkum av
Eiði til Hósvíkar, og tey, ið manna bátin, sleppa at luttaka fyri 100kr. hvør –
vanligur kostnaður er 150 kr.
Í hesum tilboði eru tær eyðkendu
Regattablusurnar, armband, døgurði í bygdarhúsinum, tá komið verður til
Hósvíkar og morgunmatur leygarmorgun.
Vit hava gjørt umstøðurnar so góðar sum
møguligt hjá kappróðrarfólki at koma við. Á Eiði er góður dráttur til at flota
bátin og lætt at sleppa til við bátavogni. Somuleiðis verður góður dráttur á keiini í
Hósvík, har bátarnir kunnu dragast aftur. Við dráttin er gott øki sett av til
bátarnar, har teir standa væl og í lívd, og har bátarnir kunnu spulast, áðrenn
teir verða stillaðir fyri náttina. Økið er gott at sleppa til við bátavognum,
um báturin skal avheintast við vogni dagin eftir.
Møguleiki verður hjá róðrarfólki at nýta
brúsurnar í Róðrarneystinum í Hósvík, so tey kunnu vaska sær eftir túrin.
Eisini er tað er ókeypis at tjalda, um onkur skuldi havt tørv á, at fingið sær
ein lúr – ikki tí vit vænta, at nógv verður sovið á náttini – men so er
møguleikin opin.
Áðrenn miðnátt verða ymisk tiltøk niðri í
neystunum við bátahylin við live tónleiki, sangi og røðu. Um náttina verður
góður Regattadansur við og bólkinum Flemming vinmenn í Bygdarhúsinum, og kostnaðurin
fyri tað er 150,-
Vit í Hósvíkar Róðrarfelag vóna at tit kappróðrarfólk
taka av hesum møguleika at rógva summarið av saman við okkum.
Siglt verður av Eiði kl. 17.30, og goldið
verður á keiini á Eiði. Tilmeldast kann á telefon: 594115 og 722421 ella
við at skriva ein teldupost til okkum á hosvik79@gmail.com – seinasta freist at melda til er mikukvøldi
12. august klokkan 00.00.
Kostnaðurin fyri róðrarfólk er einans 100,-
Við róðrarkvøðu
Hósvíkar Róðrarfelag