«2018»Í dag«Jun»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir

Fiskurin 21
Heykur 16
Fípan Fagra 14
Ternan  11
Svalan 9
Ingibjørg 6
Pílur 5
Spógvin 1
Knúkur


      

 



Barnaróður-gentir

Firvaldur 21
Ørnin 15
Knúkur 13
Ingibjørg 12
Frúgvin 11
Tambar 5
Havørnin 4
Hulda 1








                                   

5 mf-gentir

Blikur 20
Tambar 17
Drekin 14
Beinta                11
Báran 9
Falkur 7
Frúgvin 5
Fenja
Sílið
 Knúkur                         
 Royndin Fríða                                     



5 mf-dreingir

Drekin       20
Jallurin 18
Sílið 15
Royndin Fríða 13
Silja 7
Ingibjørg 6
Ørnin 2
Tjaldrð 2
Heykur
                             
                                 
                                 
                                 
5 mf-kvinnur

Erla Kongsdóttir      21
Sílið 18
Jallurin 14
Teistin 13
Blikur 9





6 mf-menn

Páll Fangi                       21
Gongurólvur 17
Rádni 16
Lómur                 12
Sølmundur                                6









6 mf-kvinnur

Sølmundur 21
Smyril 17
Páll Fangi 16
Lómur                       12











8 mf
Argjabáturin 21
Árnfirðingur 18
Ørvur 15
                











10 mf
Ormurin Langi          21
Klaksvíkingur 17
Suðuroyingur 16
Drekin Reyði 12
Havnarbáturin 9



Róðrargalla 2015

 

Góðu kappróðrarfólk, nevndir og viðhaldsfólk!

Teistin kvinnur vilja hervið bjóða øllum vælkomin til ársins kappróðrargalla!
Nú Ólavsøkan nærkast í hvørjum, og kappróðrarárið harvið skjótt fær sín enda, eru vit umborð á Teistanum í gongd við at fyrireika ársins kappróðrargalla!
Eftir eitt hart kappróðrarár møtast vit øll úti á Argjum til eina rimmar veitslu, og fegnast saman um kappróðrarárið, ið fór.

Kappróðrargalla verður sum áður nevnt úti í hølunum hjá Argja Róðrarfelag mánakvøldið 3. august
.
Dyrnar lata upp kl. 19 og borðhaldið byrjar síðan kl. 20.

Í ár verður tað Bowlingarhøllin, ið far høvi at borðreiða við onkrum góðum til matna, meðan eingin annar enn John Danielsen kemur at undirhalda og spæla meðan borðhaldið er. Eisini verður bílig barr! Eins og áður verður ársins áralag, startur, endaspurtur, lekkrasta manning og annað handa undir borðhaldinum. Eftir borðhaldið kemur bólkurin BRIM at spæla til dans. BRIM spældi til kappróðrargalla, ið var í 2013, har teir megnaðu at fáa øll uppá gólv, so tað gleða vit okkum til! 
Kostnaðurin er 350kr. fyri hvønn!

Orsaka av at trupulleikar hava verið í samband við at fólk hava flutt pening til veitslurnar áður, ynskja vit bert at taka ímóti kontantum peningi í ár. Tí fara vit at sita úti í neystinum, har fólk síðan kunnu koma og gjalda kontant og harvið verða tilmeldað.

Vit verða í neystinum mánakvøldi 6/7 og mikukvøldi 8/7 frá kl. 19.00 - 20.30 og møguliga aðrir dagar eisini, hetta boða vit frá seinni.

Tey, ið ikki hava møguleika at koma út í neystið á Argjum áðrenn Ólavsøku, her verður serliga hugsa um tey, ið búgva langt burtur frá Havnini, verða biðin um at gjalda í seinasta lagi á Vestanstevnu, ið verður næsta vikuskifti. 

Av tí at tað er avmarka, hvussu nógv passa inn í neystið, er umráðandi at tit eru skjót at melda til! 

Um spurningar eru, eru tit vælkomin at venda tykkum til mín Eyð Fróðadóttir á tlf. nr. 28 42 58.

Vit vóna, at kappróðrargalla í ár verður betri enn nakrantíð, soleiðis øll fáa eina ógloymandi veitslu eftir eitt hart kappingarár!

Vit gleða okkum til eina rimmar veitslu saman við tykkum øllum!

Við veitslukvøðu
Teistin kvinnu

smile emoticon