«2022»Í dag«Jan»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Sundalagsstevnan 2013

Hvalvík tann 9. juni 2013

Til feløgini !!

Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag vil við hesum bjóða øllum róðrarfeløgum hjartaliga vælkomin til kappróður á sundalagsstevnu, sum verður í Hvalvík leygardagin 15. juni kl. 1500.

Byrjað verður við barnaróðrinum kl. 1300. Vit vilja tí heita á hesar manningarnar um at møta á kajøkinum í seinasta lagi kl. 1200. Allar aðrar manningar skulu møta á kaiøkinum í seinasta lagi kl. 1400.

Øll hjálparfólk hjá HSR vera í gulum vestum. Ivast tit í nøkrum er bara at spyrja tey.

Frásetan av kappróðrarbátum:

Bátarnir skulu setast á økið oman fyri O.K Heilsølu inni við bátahylin (1). Tað er uppmerkt, hvar ymisku bátastøddirnar skulu standa. Tølini vera útflýggjaði við nýggja dráttin við bátahylin (2).

Matarseðlar:

Tá ið tølini vera útflýggjaði, fáa manningin og eitt hjálparfólk matkort. Smyrjibreyð verður at fáa í høllini hjá I.Z lastbilum (3).

WC:

Sunda kommuna hevur sett ein nýggjan WC-vogn á kaiøkið (4).

Parkering av lastbilum:

Innkoyring til kappróðrarøkið er við Norðsetur (5).

Lastbilar og persónbilar skulu setast á økið eystan fyri P.L Stórbilar og út í móti Norðsetri (6).

Steypahandanin:

Steypahandanin fer fram á kaiøkinum aftaná kappróðurin (7). Tey feløg, sum hava ferðasteyp í varðveitslu, vera biðin um at lata tey inn við dráttin í seinasta lagi kl. 1400.

Kappróðrarøkið:

Fram við sunnaru síðu av kappróðrarøkinum hanga skelti fyri hvørjar 100 m teir seinastu 500 m.

Fastur startur er festur í land við 500 m, 1000 m og 2000 m málini. Bátar, sum skulu út á startmálið, vera tí bidnir um at halda seg norðan fyri, tá róð verður út.

Møguligt er hjá bátum at skifta manning inni í bátahylinum (8).

Hjálagt er kort yvir róðrarøkið.

Allar manningar, sum ætla at luttaka uttan fyri FM, biðjast siga frá hjá Paulu tlf. 283013 í seinasta lagi hósdagin 13. juni 2013 kl. 1200.

Heitt verður á feløgini um at kunna rógvararnar um hetta skriv.

Við róðrarkvøðu

Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag

Jann Thomsen, formaður