«2023»Í dag«Sep»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Sundalagsstevnan 2019

 


 Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag Neystavegur 53 435 Streymnes 


 Innbjóðing til róðrarfeløgini 

Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag bjóðar tykkum vælkomnum á Sundalagsstevnuna 2019, sum í ár er í Hvalvík og Streymnesi. Kappróðurin verður avgreiddur í Hvalvík. Sí kortyvirlitið, ið liggur við. 

Barnaróðurin byrjar kl. 13.30, og skulu bátarnir í hesum róðrum møta við dráttin í seinasta lagi kl. 12.30. 

FM-róðurin byrjar kl. 15.00, og skulu bátarnir í hesum róðrum møta við dráttin í seinasta lagi kl. 14.00. 

Matur til róðrarfólki 

Frá kl. 12.00 og til róðurin er liðugur, verður smyrjibreyð til róðrarfólk og møguligar ferðaleiðarar at fáa í í hølunum hjá Stórbilum. Sí kort “Yvirlit yvir aktivitetir” (Nr. 2). 

Vesir 

Vesir eru á kajøkinum tætt við, har bátarnir verða flotaðir. Sí kort “Yvirlit yvir aktivitetir” (Nr. 5) 

Fráseting av kappróðrarbátum 

Allir kappróðrarbátar, sum koma í lastbilum, verða settir av á kajøkinum. Bilarnir kunnu standa parkeraðir við bygningin hjá Stórbilum. Bátar, sum koma á vognum, skulu standa á vogninum á avmerkta økinum. Sí kort ”Yvirlit yvir aktivitetir” (Nr. 2). 

Merkt er upp, hvar ymisku bátastøddirnar skulu standa. Sí kort “Yvirlit yvir aktivitetir” (Nr. 3). 

Bátadráttur 

Bátarnir verða flotaðir eystan fyri bátahylinum. Sí kort “Yvirlit yvir aktivitetir” (Nr. 1), har drátturin er. Tvær bátabrýr eru við dráttin, so manningar kunna skifta um bát har. 

Numrini verða útflýggjað við dráttin. Har verða eisini fólk, sum taka ímóti og ávísa pláss til bátarnar at standa. Øll hjálparfólk eru í gulum vestum. 

Upphitingarøkið er norðan fyri róðrarøkið (móti Streymneslandinum). 

Steyp og steypahandan 

Eftir róðurin verða steypini handað á kajøkinum í Hvalvík. Sí kort ”Yvirlit yvir aktivitetir” (Nr. 4). Tey feløg, sum hava ferðasteyp í varðveitslu, verða biðin um at lata okkum tey aftur við bátadráttin. 

Vegna Hvalvíkar Streymnesar Róðrarfelag 

Jann T. Eldevig, formaður 

Tlf. 227098