«2020»Í dag«Aug»
31         1 2
3 4 5 6 7 8 9
10 11 12 13 14 15 16
17 18 19 20 21 22 23
24 25 26 27 28 29 30
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir

Dúgvan                          35
Falkur 30
Tistil 24
Sævarmoy  21
Titlingur 15
Súlan 10
Kollur 09
Havørnin 03
Frúgvin 02
Ternan 02
Kollur     0
Súlan   0
     

Barnaróður-gentir

Títlingur                            35
Fípan Fagra  31
Sævarmoy  22
Ørnin  20
Dúgvan  17
Firildur  12
Sílið  10
Blikur  05
Beinta  01
Fiskurin  01
Havfrúgvin 0
Hulda                0
Ternan 0
Súlan  0
   
5 mf-gentir

Drekin                               38
Fípan Fagra   30
Firvaldur   30
Jallurin               25
Frúgvin   17
Teistin   13
Rókurin   07
Ingibjørg   06
Spógvin   02
Ternan  0
Blikur  0
Ternan  0
Sílið 0
   

5 mf-dreingir

Heykur                         38
Fípan Fagra 37
Sævarmoy 31
Royndin Fríða 21
Drekin 16
Teistin 13
Tjaldrið 09
Tekla 02
Tambar 01
Knúkur  0
Ørnin  0
Tambar  0
Sílið  0
   
5 mf-kvinnur

Erla Kongsdóttir      42
Blikur 33
Heykur 32
Falkur 21
Spógvin 13
Junkarin                                 
12
Báran
06
Teistin  0
   
6mf-menn

Smyril            42
Sundabáturin 35
Hvessingur 30
Tindur           22
Gongurólvur  14
Hósvíkingur 08
Riddarin    07
Páll Fangi 05
Rádni 04
 Lómur                              03
6 mf-kvinnur

Jarnbardur 42
Sølmundur 36
Skúgvur 19
Herningur 15
   
8 mf
Nevið Reyða                   42
Knørrur 33
Argjabáturin 32
Heiðabáturin             25
Ørvur 15
Gullbrandur 02
   
10 mf
Ormurin Langi                    42
Havnarbáturin 34
Drekin Reyði 17
   



Tíðindaskriv in.fo

 

Heili tíggju manningar umboða reyða drekan í ár. Mynd: Argja Róðrarfelag

Marita á Rógvi 25.02.2014 (06:00)

Gongur væl at manna reyðu drekarnar

- Minst tíggju manningar fara at umboða Argja Róðrarfelag í summar, sigur nevdarlimur Høgni Jacobsen.

 

Argja Róðrarfelag varð stovnað í 1982, men telist í dag millum størstu kappróðrarfeløgini í landinum. Felagið vann heiðurin ´Ársins Felag´ í 2011, og síðani hevur gongdin bert verið jalig. Í ár umboða tíggju kappróðrarmanningar reyða drekan, sum er eyðkenda drekastevnið hjá felagnum.

 

- Sum støðan er nú, er ein gentumanning í barnaróðri, Fimmmannafarið Blikur er mannaður við bæði gentum, dreingjum og kvinnum, og fimmmannafarið Teistin er eisini mannaður við kvinnum. Seksmannafarið Lómur fær úr at gera í summar. Hann er nevniliga mannaður við kvinnum, monnum og oldgirls. Áttamannafarið Argjabáturin er mannaður, og so er manning eisini funnin til nýggja tíggjumannafarið, sigur Høgni Jacobsen, sum sjálvur skal rógva við nýggja tíggjumannafarinum.

 

Hann dylur ikki, at felagið væntar sær nógv góð úrlsit í ár.

 

- Mann væntar altíð nógv av øllum manningunum, og soleiðis er eisini í ár, sigur Høgni Jacobsen.

 

Milum annað hevur hann serliga góðar vonir til gentumanningina á Bliki, sum vann silvur í 2013. Eisini er hann avgjørdur um, at kvinnumanningin á Teistanum og oldgirls fer at blanda seg í oddin í summar. Tíggjumannafarið skal á ovastu rók, sigur Høgni Jacobsen

 

- Tíggjumannafarið fer eftir gullinum. Vit hava eina sera roynda manning, og allir hava róð í nógv ár, sigur Høgni Jacobsen.

 

Ein nýggjur dreki til flotan

Flotin á Argjum rúmar sjey bátum: Æðan, Blikur, Teistin, Lómur, Argjabáturin, gamli Argjabáturin  og Hoyvíkingur. Í ár kemur áttandi báturin til felagið. Talan er um eitt nýtt tíggjumannafar, sum er í gerð í løtuni.

 

- Vit hava bílagt eitt tíggjumannafar. Eg veit ikki, um hann (Sámal Hansen, red) hevur strekt kjølin enn. Tað er ikki avgjørt enn, hvussu nýggi báturin skal eita. Nevndin fer at taka støðu til hetta í næstum, sigur Høgni Jacobsen.

 

 

Orsøkin til, at eitt nýtt tíggjumannafar er bílagt er til tess at veita rógvarum á Argjum eitt eyka tilboð. Um rógvarar eitt nú ætla sær víðari úr einum áttamannafari og í eitt tíggjumannafar, er ikki longu neyðugt at leita sær til Havnar Róðrarfelag ella Róðrarfelagið Knørr. Hann leggur tó afturat, at sum landið liggur í løtuni, er einki annað tíggjumannafar mannað. Hann vónar tó, at onnur tíggjumannafør verða mannað skjótt, so nýggja tíggjumannafarið hjá Argja Róðrarfelag ikki leggur einsamalt til start á Norðoyastevnu.

Norðoyastevna verður 31. ma