
Vestanstevna 2018
Innbjóðing til Róðrarfeløgini
Sandavágs Ítróttarfelag vil við hesum bjóða tykkum vælkomin á Vestanstevnu 2018.
Barnaróðurin byrjar kl. 13.30. og skulu bátarnir í hesum róðrum møta við dráttin í seinasta lagi kl 12.30.
FM-róðurin byrjar kl 15.00 og skulu bátarnir í hesum róðrum møta við dráttin í seinasta lagi kl 14.00.
Matur til róðrarfólki
Frá kl 12.00 og til róðurin er liðugur, verður smyrjibreyð og frukt til róðrarfólk og møguligar ferðaleiðarar at fáa í kappróðrarneystinum (1).
Vesi
Vesir eru í kappróðrarneystinum (1) og í Gamla skúla” (3) umframt við miðstaðarøki á Sondum (6)
Frásetan av kappróðrarbátum
Allir kappróðrarbátarnir skulu takast av bilunum við omankoyringina til bátahylin (2). Merkt er upp, hvar ymisku bátastøddirnar skulu standa.
Bilarnir verða síðan parkeraðir úti á Bakka (5). Eisini kann parkerast á ovara vegi (4).Umráðandi er at allir bilar venda í koyrirætningin, sum kortið vísir.
Bátarnir verða flotaðir úr bátahylinum, har dráttur er (2). Eisini er ein bátabrúgv, so manningar kunna skiftast um bátin har. Upphitingarøkið er við eystara landi.(sí kort)
Við dráttin verða numrini útflýggjaði. Har verða eisini fólk, sum taka ímóti og ávísa pláss til bátarnar at standa. Øll hjálparfólk verða í gulum vesti.
Steyp og steypahandan
Eftir róðurin verða steypini handað á miðstaðarøkinum á Sondum (6). Tey feløg, sum hava ferðasteyp í varðveitslu, verða biðin um at lata okkum tey aftur í bátadráttinum.
Ferðsla á Vestanstevnu
Leggjast skal til merkis, at ferðslan í bygdini verður nakað broytt á Vestanstevnu. Bygdin er sera trong, so tað er av stórum týðningi, at bert bilar í kappróðrarørindum koma inn um ánna. Onnur mugu parkera við hondbóltsplenuna.
Niðari vegur (Hammershaimbsvegur og á Sondum) verður einsrættaður inn í bygdina, meðan ovari vegur (úti á Bø /Onundavegur) er einsrættaður út úr bygdini.
Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólki. Hava tit nakrar spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at ringja til okkum.
Vegna kappróðrarnevndina Hansina á Plógv, tlf 218591 Heðin Samuelsen, tlf 794470