«2018»Í dag«Jun»
        1 2 3
4 5 6 7 8 9 10
11 12 13 14 15 16 17
18 19 20 21 22 23 24
25 26 27 28 29 30  
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir

Fiskurin 21
Heykur 16
Fípan Fagra 14
Ternan  11
Svalan 9
Ingibjørg 6
Pílur 5
Spógvin 1
Knúkur


      

 



Barnaróður-gentir

Firvaldur 21
Ørnin 15
Knúkur 13
Ingibjørg 12
Frúgvin 11
Tambar 5
Havørnin 4
Hulda 1








                                   

5 mf-gentir

Blikur 20
Tambar 17
Drekin 14
Beinta                11
Báran 9
Falkur 7
Frúgvin 5
Fenja
Sílið
 Knúkur                         
 Royndin Fríða                                     



5 mf-dreingir

Drekin       20
Jallurin 18
Sílið 15
Royndin Fríða 13
Silja 7
Ingibjørg 6
Ørnin 2
Tjaldrð 2
Heykur
                             
                                 
                                 
                                 
5 mf-kvinnur

Erla Kongsdóttir      21
Sílið 18
Jallurin 14
Teistin 13
Blikur 9





6 mf-menn

Páll Fangi                       21
Gongurólvur 17
Rádni 16
Lómur                 12
Sølmundur                                6









6 mf-kvinnur

Sølmundur 21
Smyril 17
Páll Fangi 16
Lómur                       12











8 mf
Argjabáturin 21
Árnfirðingur 18
Ørvur 15
                











10 mf
Ormurin Langi          21
Klaksvíkingur 17
Suðuroyingur 16
Drekin Reyði 12
Havnarbáturin 9



Vestanstevna í Sandavági 2012

Innbjóðing til Róðrarfeløgini

Sandavágs Ítróttarfelag vil við hesum bjóða tykkum vælkomin á Vestanstevnu 2012. FM- kappróðurin verður leygardagin 14. Juli kl 15.00. Barnaróðurin verður kl. 13.00

Matur til róðrarfólki

Frá kl 12.00 og til róðurin er liðugur, verður smyrjibreyð og frukt til róðrarfólk og møguligar ferðaleiðarar at fáa í “Ungdómshúsinum” á Miðøkinum, niðastu hædd. (6).

WC

WC eru í “Gamla skúla” (1) umframt við miðstaðarøki á Sondum (3) Eisini er ein wc vognur tætt við dráttin.

Frásetan av kappróðrarbátum

Allir kappróðrarbátarnir skulu takast av bilunum við omankoyringina til bátahylin (2). Merkt er upp, hvar ymisku bátastøddirnar skulu standa. Bátarnir skulu vera á avmerkta økinum klokkan 12.00 ( barnaróður) og kl 13.30 ( FM róður).

Bilarnir, sum koyra kappróðrarbátar, parkera úti á Bakka (5). Og á ovara vegi “Úti á Bø”. (4).

Bátarnir verða flotaðir úr bátahylinum, har dráttur er (2). Eisini er ein bátabrúgv, so manningar kunna skiftast um bátin har.

Steyp og steypahandan

Eftir róðurin verða steypini handað á miðstaðarøkinum á Sondum (3). Tey feløg, sum hava ferðasteyp í varðveitslu, verða biðin um at lata okkum tey aftur til málbilin í bátadráttinum.

Ferðsla á Vestanstevnu

Leggjast skal til merkis, at ferðslan í bygdini verður nakað broytt á Vestanstevnu. Bygdin er sera trong, so tað er av stórum týðningi, at bert bilar í kappróðrarørindum koma inn um ánna. Onnur mugu parkera við hondbóltsplenuna.

Niðari vegur (Hammershaimbsvegur og á Sondum) verður einsrættaður inn í bygdina, meðan ovari vegur (úti á Bø /Onundavegur) er einsrættaður út úr bygdini.

Heitt verður á feløgini um at bera upplýsingarnar víðari til róðrarfólki. Hava tit nakrar spurningar hesum viðvíkjandi, eru tit vælkomin at ringja til okkum.

Vegna kappróðrarnevndina

Hansina á Plógv, tlf 218591 Heðin Samuelsen, tlf 214030