«2022»Í dag«Mai»
30 31         1
2 3 4 5 6 7 8
9 10 11 12 13 14 15
16 17 18 19 20 21 22
23 24 25 26 27 28 29
M T M H F L S
Barnaróður-dreingir





Barnaróður-gentir




   
5 mf-gentir



   

5 mf-dreingir



5 mf-kvinnur



   
6mf-menn



6 mf-kvinnur



   
8 mf

10 mf






Varmakelda 2013

 Fuglafjørð 2 juli 2013

Til Feløgini.            

ÍF Kappróður bjóðar øllum feløgum, at verða hjartaliga vælkomin á Varmakeldu 2013.

Sum vanligt byrjar Barnaróðurin kl 13 og FM-róðrarir kl 15.

Allir luttakandi bátar til barnaróður skulla verða komnir at standa á bátaøkinum í seinasta lagið kl 12, og teir sum luttaka í FM róðrinum kl 14

Við dráttin (1) verða numrini útflýggjaði og har verða fólk, sum taka ímóti og ávísa pláss til bátar.

Á pierinum (3) er brúgv til manningar at skifta bát og har koma eisini lastbilar at parkera.

Ábit til róðrafólk verður í matarhølum hjá Vónini (2). Inngongd frá vegnum omanfyri bygningin.

Steypa handan (5) verður oman fyri róðraneystið.

WC eru í kappróðraneystinum (4a) - Egningarmiðstøðini (4b) - WC vogninum (4c).

Regatta telti (6) stendur á kajøkinum stutt frá málinum.

Í samband við róðurin, verður telti læti upp út móti sjónum, so róðrafólk og áskoðara kunna fylgja við róðrinum úr teltinum, um áhugið er til tað.

 

Møguleiki verður at keypa sær ábit í teltinum.

Øll hjálparfólk hjá ÍF Kappróðri verða í orange vesti ella jakka

Kappróðraøkið:

Gjørt verður vart við, at bátar sum fara út á startmáli ella hita upp, skulla halda seg til tað vestara landi.

500 m fasti starturin er festur í land á eystur og vestur síðu. Hesin startur verður tikin vekk, líka so skjótt sum barnamanningar er lidnar at rógva..

1000 m er festur í land á eystur síðu (har sum olju tangarnir standa)

Við róðrakvøðu

Vegna ÍF kappróður

Dávur Juul

Formaður