Tíðindi og dagføringar frá Argja Róðrafelag

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons

‼️Foreldrafundur‼️

Foreldrafundur

I kvøld kl 18:30 verður felags foreldrafundur, fyri foreldrum at barnamanningunum og ungu manningum (ge. og dr.). Fundurin verður hildin í hølunum hjá AR uppi á.

Vinarliga

Nevndin❤️💙
...

4. November 2026
Argja Róðrarfelag,

Argja Róðrarfelag, ynskir Argja Bóltfelag góða eyðnu ímorgin, við tí vón at tit vinna og vera verðandi í Meistar Deildini.LAGNUSTUNDIN ER KOMIN

⚽️: Meistaradeildin: AB 🆚 07 Vestur

⏰: Leygardagin 31. oktober kl 15:00

🏟️: Skansi Arena, inni í Vika á Argjum

Tað hevur staðið nógv á síðstu vikurnar, men nú er tann lagnustundin komin, har svar fæst fyri, um AB skal verða lív lagað í Meistaradeildini á hesum sinni ella ikki.

Vit spæla heimadyst ímóti 07 Vestur í einari sannari finalu, har vinnarin við fullari vissu yvirlivir í deildini. Taparin fer helst niður, meðan ein javnleikur tryggjar AB eitt framhaldandi pláss í fremstu røð.

Tað man ongantíð verða hent áður, at trý lið, sum renna undan niðurflyting, standa á sama stigatali á síðsta leikdegi. Eitt er vist: Eitt av hesum liðum stendur eftir við svartaperi og einari niðurflyting, tá 27. og síðsta umfar er liðugt.

Støðan hjá Skála, AB og 07 Vestur er hendan undan dystunum í morgin.

Skála: Nr 7, 25 stig, 30-43 í málúrtøku (-13)

AB: Nr 8, 25 stig, 33-47 í málúrtøku (-14)

07 Vestur: Nr 9, 25 stig, 26-43 í málúrtøku (-17)

Skála spælir á útivølli ímóti EB/Streymi. Fær Skála stig, so yvirliva skálamenn. Hinvegin kann Skála flyta niður, um EB/Streymur vinnur. Endar tað við javnleiki á Argjum, so fer Skála niður við einum tapi. Eisini yvirhálar AB mest sannlíkt Skála, um Skála tapir við einum máli meira enn AB.

Mangir eru møguleikarnir, men vit leggja dent á at taka ábyrgd fyri egnari lagnu og tryggja okkum okkara pláss í Meistaradeildini við egnum mátti.

Spæla vit javnt ella vinna, so yvirliva vit. Hinvegin er 07 Vestur undir strikuni og í tí støðu, at vágamenn einans kunnu kenna seg tryggar, um teir vinna í morgin. Tað eru vit, sum hava fyrimunin.

Nei, vit høvdu als ikki ímyndað okkum ella kunnað hugsað okkum hesa støðuna, tá kappingin var hálvrunnin. Men tað gongur skjótt báðar vegir í fótbólti, og onkursvegna er hetta tann sjálvsagdi endin á einari kapping, ið hevur verið heilt óvanliga spennandi, hendingarrík og ómøgulig at tippa.

Tað er ikki nú, at vit skulu gráta um spilta mjólk og iðra okkum um tað, sum er gingið galið í seinnu hálvu. Heldur skulu okkara menn gleða seg til at spæla ein slíkan dyst, ið fer at standa eftir sum eitt minni fyri lívið.

Tað kann væntast at verða ein øgiligur áhugi og stór mannfjøld til dystin, og fótbóltsliga er tað lív og deyði, ið stendur upp á spæl, so sjálvandi verður eisini lagt nógv fyri á vøllinum. Leikarar, venjarar og vit, sum algoyst fylgja við, liva fyri slíkum løtum.

Og satt at siga eru vit líkasæl við, hvussu vit tryggja okkum stig í morgin. Bara sigurin ella í minsta lagi javnleikurin kemur í hús, so verður ein øgiligur argjarómur inni í Vika.

Til slíkan dyst hevur tað týdning, at okkara menn fara á vøllin í sinnisligari javnvág, men klárir at berjast. Hetta er ein dystur, har viljin at vinna skal vera størri enn óttin at tapa.

Til so at siga hvønn dyst heita vit á fólk um at koma at stuðla, men hesa ferð meina vit tað meira enn nakrantíð. Í morgin, leygardagin 31. oktober kl 15, mugu øll argjafólk og allir AB’arar, ið kunnu grulva ella hava ein puls í sær, koma niðan á vøllin at dýkja á okkara menn.

Væntast kann, at nógv viðhaldsfólk hjá 07 Vestur fara at leita sær inn í Vika og gera eina roynd at fylla skýlið. Tí vilja vit heita á allar okkara trúføstu stuðlar um at smyrja raddarbondini væl og møta tíðliga til dyst. Dysturin millum fjepparaskarðarnar í skýlinum kann sanniliga hava ávirkan á, hvussu leikur fer fram á vøllinum.

Í samband við ovurspennandi dystin ger felagið nógv burturúr í morgin, eins og tað kann lesast um í øðrum uppslagi á síðuni.

AB-húsið letur upp longu kl 11, felags máltíð er kl 12 og kl 14:30, hálvan tíma fyri dystarbyrjan, ganga vit skrúðgongu úr AB-húsinum og í skýlið.

Tað er nú, at vit standa saman um okkara felag, Argja Bóltfelag!!!

Vit ynskja okkara monnum allar bestu eydnu! Vit eru við tykkum allan vegin, í viðgongd og mótgongd! 🩷🩵
...

30. October 2026
‼️Áminning um m

‼️Áminning um manningafund‼️

Tað er ímorgin 23.09.2026 kl 19 at manningafundur er.

Fundurin er fyri at fáa betri yvirlit yvir manningarnar (hvør bátur er mannaður, hvør manglar manning og hvørjum báti manningarnar ynskja at rógva við). Tí er umráðandi, at ØLL sum ætla sær at rógva (ella stýra) í AR komandi summar møta.
...

22. September 2026
‼️Mikudagin 23.

‼️Mikudagin 23. Septembur kl. 19 verður manningarfundur í AR‼️

Fundurin er fyri at fáa betri yvirlit yvir manningarnar (hvør bátur er mannaður, hvør manglar manning og hvørjum báti manningarnar ynskja at rógva við). Tí er umráðandi, at ØLL sum ætla sær at rógva (ella stýra) í AR komandi summar møta.
...

9. September 2026
Bogi B. Húsgarð ta

Bogi B. Húsgarð takk fyri tíni 5 ár í Argja Róðrarfelag , og tørnini tú hevur tikið umborð á Teistanum, Lómi og Argjabátinum, og ikki minst títt íkast, ta ið ymiskt skal gerast fyri felagsskápin bátar, hølið o.a. Vit vóna at síggja nógv til tín í framtíðini Argjabáturin ...

9. September 2026
So er eitt at gera,

So er eitt at gera, tað er koma í Argjaveitslu 31 oktobur 2026, øll tit ið eru góð við Argir og Argja Róðrarfelag eru hjártaliga vælkomin.

Um tað ikki liggur fyri at koma i veitslu, kom so í almennan dans á miðnátt, atgongumerkið 100 kr Argjabáturin Drekin Reyði
...

19. August 2026

LUTASEÐLAR !
Argjaróðrafelag vil hervið takka øllum sum hava stuðlað við keypið av lutaseðlum ❤️💙
Drigið er nú millum lutaseðlarnar, og vinnara nummørini eru hesi🥳👇:

1. 🎟️ 5738
2. 🎟️ 4126
3. 🎟️ 1594
4. 🎟️ 2981
5. 🎟️ 4367
6. 🎟️ 1068
7. 🎟️ 4752
8. 🎟️ 3864
9. 🎟️ 2417
10. 🎟️ 5193
11. 🎟️ 1342
12. 🎟️ 4498
13. 🎟️ 3275
14. 🎟️ 5876
15. 🎟️ 2163
16. 🎟️ 5011
17. 🎟️ 3649
18. 🎟️ 1728
19. 🎟️ 4305

Vinningarnir kunnu avheintast:
Argjavegur 4 - 160 argir. Tel 511982 í seinasta lagi 2. oktobur 2026
...

7. August 2026
Óla Hendrik á Flø

Óla Hendrik á Fløtum – 10 ára heiður

Óla Hendrik hevur verið fastur og fúsur rundan um felagið síðan 2010. Hann hevur altíð verið til reiðar at hjálpa, tá ið tørvur hevur verið á tí, Ola henrik hevur eisini sitið sum formaður í eitt tíðarskeið.

AR takkar tær hjartaliga fyri títt stóra íkast, trúfesti og áhaldni gjøgnum øll hesi árini. Vit vóna at síggja teg her úti nógv ár afturat – og tað rokna vit eisini við, nú tú ert byrjaður at seta við! 😊

Tillukku við 10 ára heiðrinum, Ola Hendrik! 🎉👏🏆

Bliki í 1992
Hoyvíkingi í 2010
Lómi í 2011- 2012 FM
Argjabátinum 2013 FM og í 2026
Drekanum Reyða í 2014 FM -2015-2016-2017
...

3. August 2026